Hvørt skalt tú ríða Ólavur mín? Í lofti hongur brynja tín. -
Eg fari mær á heiði ta villini hind at veiða
Tú fert ikki at veiða hind. men tú fert til tína leikalind.
Hvít er tín skjúrta, væl er hon tvigin, í blóði verður hon av tær drigin.
Ólavur ríður eftir bjørgunum fram,
- Kol og smiður við
fann hann upp á eitt álvarann.
Ungir kallar, kátir kallar! - Gangið upp á gólv, dansið lystilig!
Út kom eitt tað álvafljóð, flættað hár á herðar dró.
Ver vælkomin Ólavur Riddararós, tú gakk í dans og kvøð fyri os!
Eg kann ikki meira hjá álvum vera, í morgin lati eg mítt brúðleyp gera.
Vilt tú ikki longur hjá álvum vera, sjúkur skalt tú títt brúðleyp gera.
Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja á strá, ella vilt tú í morgin til moldar gá?
Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur, ilt er at liggja leingi sjúkur.
Fyrr vil eg í morgin til moldar gá, enn eg vil sjey vetur liggja á strá.
Hon skonkti honum í drykkjuhorn, har fór í tað eiturkorn.
Tann fyrsta drykkin, ið Ólavur drakk, hans breiða belti um hann sprakk.
Hoyr tú Ólavur fríði, tú kyss meg, áðrenn tú ríður!
Ólavur heim í garðin fór, úti hans móðir fyri honum stóð.
Mín kæra móðir, eg sigi tær sann, mín foli snávaði um ein stein.
Ólavur vendist til veggin brátt, hann doyði langt fyri miðnátt.
Har komu av tí bú, líkini trý, tey vóru so prúð.
Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans vív, tað triðja hans móðir, hon læt sítt lív.