Оберіть трек для відтворення
Vit banka uppá og setast til borðs
Runt um allar Føroyar
Tí nú eru jól og vit gera klárt
Meðan veturin herjar
Vit takka fyri árið sum nú fór
Og gloyma tað ringa
Nýggjárslyftini sum vant ov stór
Jólamaðurin kemur
Handilsgøturnar á tremur
Hygga kavin hevur leitað sær framvið
Men eg hugsi bara um títt andlit
Tí eg vil halda jól saman við tær oh oh
Og tað kann vera líkamikið hvar oh oh oh
Frá Vágunum til Eysturoy við tær
Vilt tú halda tey við mær
Jól saman við tær
Oohh
Jól saman við tær
Oohh
Um ikki tað eydnast okkum í ár
At síggja hvønn annan
Eg ímyndi mær har renna tvey tár
Á jólaaftan
Besta jólagávan hvar er hon
Ikki undir trænum
Men hinumegin mína telefon
Jólamaðurin kemur
Handilsgøturnar á tremur
Hygga kavin hevur kritað býin til
Men eg hugsi bara um títt andlit
Tí eg vil halda jól saman við tær oh oh
Og tað kann vera líkamikið hvar oh oh oh
Frá Sandoynni til Streymonna við tær
Vilt tú halda tey við mær
Jól saman við tær
Oohh
Jól saman við tær
Oohh
Jólamaðurin kemur
Handilsgøturnar á tremur
Hygga kavin rekur inn um mínar dyr
Men eg hevði ynskt tað var títt andlit
Tí eg vil halda jól saman við tær oh oh
Og tað kann vera líkamikið hvar oh oh oh
Frá Suðuroy til Norðoyggjar við tær
Vilt tú halda tey við mær
Jól saman við tær
(Ja eg vil halda)
Jól saman við tær
(Ja eg vil halda)
Jól saman við tær
(Ja eg vil halda)
Jól saman við tær